Privatlívspolitikkur hjá Boyli

Galdandi frá 2. mars 2023

Góða viðskiftafólk

Hettar er privatlívspolitikkurin fyri viðgerð á Boyli.

Um tú gongur til sertannlækna á Boyli er neyðugt, at vit skráseta og brúka ávísar upplýsingar um teg.

Tað hava vit skyldu til sambært autorisatiónslógini og sunnheitslógini.

Upplýsingarnir, sum vit skráseta um teg, skulu goymast trygt, haraftrat hava vit tagnarskyldu.

Upplýsingar um teg kunnu verða útvekslaðir innanhýsis á Boyli, um tað er neyðugt fyri trygga viðgerð av tær. Ongir upplýsingar um teg fara út úr húsinum uttan títt samtykki.

Onkrir upplýsingar, sum vit skráseta um teg verða brúktir í samband við avrokning frá tær, heilsutrygd tryggingarfelag ella almannaverkinum.

Boyli hevur skyldu til at goyma tín journal 10 ár aftaná á tú síðst hevur verið á klinikkini.

Upplýsingar um teg viðvíkjandi avrokning verða goymdir so leingi sum krevst í samband við bókhald og roknskap.

Tú hevur rætt til innlit í upplýsingar, sum Boyli skrásetir og viðgerð um teg.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi upplýsingum vit skráseta um teg, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Kærar heilsur vegna Boyli

Halldis